Landsliðsprát
Í leygardagsblaðnum høvdu vit eitt stutt prát við Stephane Henchos, og tá segði hann um dystin, at teir høvdu eina torføra uppgávu at loya í Føroyum. Uppgávan varð tó loyst, og liðskiparin tóktist eisini fegin um hetta eftir dystin á Svangaskarði.
- Sjálvandi eri eg fegin. Eg segði undan dystinum, at hann fór at verða sera trupul, og tað varð hann eisini. Vit eru sera fegnir um at hava vunnið dystin. 1-0 er eitt gott úrslit, og tað eru vit fegnir um.
Spurdur, hvussu hann var nøgdur við úrslitið, samanborið við hinar dystirnar í okkara bólki, segði Henchoz, at hann sjálvsagt var sera fegin.
- Tað er gott fyri okkum, at Jugoslavia og Russland spældi javnt. Vit hava nú ein heimadyst móti Slovenia, og um vit vinna hann, so kunnu vit framvegis avgera alt sjálvir. Megna vit at vinna dystin um annað plássið í bólkinum, eru vit nøgdir. Sjálvandi vilja vit fegnir hava fremsta plássið, men tað fáa vit so at síggja, sigur sveisiski liðskiparin, áðrenn leiðin gongur inn í spælarabussin, sum bíðar eftir honum.