Fegnir føroyskir spælarar og venjari

(Frá Rás2) Hoyr prátini Hilmar Jan Hansen hevði við Biritu Nielsen, Birnu Johannesen, Heidi Sevdal og Pætur S. Clementsen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátini Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við fegnar spælarar og venjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum aftaná Føroyar høvdu vent einum hóttandi 0-1 tapi til ein 2-1 sigur í HM-undankappingardystinum, sum var á Tórsvølli fyrr í dag.

 

Hilmar Jan Hansen fekk orðið á:

 

1) Biritu Nielsen, matchvinnara og debutant.

2) Birnu Johannesen

3) Heidi Sevdal

4) Pætur S. Clementsen

 

Føroysku kvinnurnar undirstrika allar, at tað er týdningarmikið, at tær fáa stóran stuðul til bólkafinaluna, sum verður ímóti Turkalandi á Tórsvølli, týsdagin klokkan 13.