Rúni Djurhuus fegnast um undirtøkuna á Voxbotn í gjár, og er fegin um nýggja konseptið við palli í Tórsgøtu.
Tá klokkan var 21 stúrdi hann fyri, at tað fór at gerast eitt keðiligt kvøld, tí tá vóru tey so fá. Men tá Saveus kom á pallin klokkan 22 streymaðu fólk oman. Og tá tað mesta var av fólki, vístu tølini 4.000.
Men í kvøld vera tað uttan iva fleiri fólk, og sum tað sær út nú, so ganga ikki nógvir tímar, so verður útselt.
##med2##