- Eg haldi tað er gott, at landsstýriskvinnan heldur fast í, at økið er skipað sum tað er. Tað hevur týdning, at VEKS-samstarvið heldur fram í verandi líki. Vit hava eitt gott sterkt samstarv, bæði í fólkatali og fíggjarliga.
Tað sigur Heðin Zachariasen, formaður fyri stýrið í VEKS-samstarvinum, nú Innlendis- og Heilsumálaráðið hevur noktað Vestmanna kommunu at fara úr VEKS-samstarvinum.
Sjálvur sigur Heðin Zachariasen, at hann aldrin var í iva um, at umsóknin hjá Vestmanna kommunu ikki fór at vera gingin á møti.
- Eg havi ongantíð verið í iva um, at teir aldrin sluppu úr tí. Vit hava skipað okkum út frá einum lógarkarmi, ið ásetir hvussu stórt økið er og hvussu fíggjarligi leisturin er. Hendan avgerðin er góð, tí nú fara vit framhaldandi at hava stabilitet í samtakinum, ið tryggjar framtíðina hjá teimum eldru fólkunum, ið eru í skipanini.
Ónøgdin hjá Vestmanna kommunu við samstarvið hevur botnað í, at kommunan metir, at fyri teirra viðkomandi, so missa tey pening upp á samstarvið. Tí er Heðin Zachariasen ósamdur í.
- Tá tað verður sagt, at teir hava eitt hall á 2,5 milliónir, so er tað ikki rætt. Tað hava teir ikki. Vestmanna kommuna hevur eina inntøku á umleið 12,5 milliónir krónur frá landinum og fáa harumframt 1,7 milliónir krónur í inntøkur fyri sambýlið. Tá tær inntøkurnar verða tiknar við, hava teir eitt avlop á fleiri hundrað túsund krónur. So eg havi aldrin skilt teirra sjónarmið, sigur Heðin Zachariasen at enda.