Fegnast við Páli og argar Paul Watson

(Ljóðsamrøða) Hoyr Jón Bjarnason greiða frá næsta bragdinum hjá Páli, og geva eitt prik út í heim

Beint aftaná tað næsta EM-silvurbragdið hjá Páli Joensen, hesaferð á 800 metrar frí fekk Rás2 orðið á Jón Bjarnason, fyrrverandi venjara hjá Páli.

 

Jón hevði saman við hundraðtals fólki sæð dramatiska silvurbragdið í pakkhúsinum í Vági, har yngri bróðir Pál hevði so nógvar nervar, at hann fekk eitt dánilsi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jón Bjarnason seta orð á enn eitt megnarbragd hjá Páli Joensen. Jón gav sær eisini tíð til eitt lítið prik til fjølmiðlafólk í Føroyum, og eitt størri prik til tey, sum siga føroyingar verða nakað annað, enn tað vit í veruleikanum eru.