Jón Rói Jacobsen
Tað er sjálvandi HB, sum stendur fyri leigumálinum av Jón Róa Jacobsen til Brøndby. Og hóast til við hesum kanska missa ein hin týdningarmesta leikaran á liðnum, so verður hetta so væl og virðiliga uppvigað av gleðini við, at evnaríki leikarin tykist hava gjørt eitt stórt framstig á einari møguligari yrkisleið.
- Vit eru sjálvandi ótrúliga fegnir hansara vegna, er fyrsta viðmerkingin frá Birgir Enghamar, formanni í HB.
- Sjálvandi er tað so, at vit missa ein týðandi leikara, men tað er gongdin í fótbólti. Vit vildu so ongan tíð droymt at sett forðingar fyri ein okkara ungu leikarum, um hesin hevur møguleika at koma víðari við fótbóltinum. Og so er hetta eisini góð reklama fyri okkum. Tað at vit møguliga kunnu lata ein leikara til eitt av fremstu liðunum í Danmark.
Hava eyguni opin
Enn er sjálvandi ikki talan um nakra endaliga avtalu, men kortini eru teir í HB longu nú so smátt farnir at leita eftir einum møguligum avloysara.
- Enn er so einki konkret, men tað tykist sannlíkt, at Jón Rói ikki verður so drúgvur hjá okkum. Hann hevur jú verið og vant við Brøndby áður, og tá teir so vilja gera ein leigusáttmála, so bendir tað í øllum førum tann vegin, at teir hava eina ætlan við tí, heldur Birgir.
- Akkurát í hvønn mun vit fara at bøta um hetta, er ilt at siga. Vit royna sjálvandi at halda eyguni opin, og vit hava eisini aðrar ungar leikarar í felagnum, sum nú kanska eru nærri einum føstum plássi, men sum sagt, so er einki íøktiligt í hesum enn.
Tølini eru loynilig
Formaðurin í HB hevur ongan hug at gera viðmerkingar, tá vit at enda spyrja, hvørt hendan avtalan er fíggjarliga gevandi fyri felagið.
- Fyri fyrst er talan jú ein leigusáttmála, og innihaldið í hesum er millum okkum og Brøndby. Skuldi tað hent seg, at talan gerst um sølu, er greitt, at vit skulu hava okkurt afturfyri, men tað verður so ein samráðingarspurningur. Har eru jú so nógvir hættir at skrúva slíkar avtalur saman uppá. Bæði við stødd á søluupphæddini, og nær hendan fellur til gjaldingar. Partur av víðari sølu o.s.fr. So tí partinum kann eg als ikki svara fyri, sigur Birgir Enghamar at enda.










