Fegnast um stuðulin frá leirvíkingum og gøtufólki

(Steypafinalan - ljóðsamrøða) Hoyr hvørjar tankar Atli Gregersen ger sær um steypafinaluna, og hvat hann tippar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 hevði við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen hóskvøldið um finaluna um løgmanssteypið, sum verður sp.æld á Tórsvølli leygarkvøldið. 

 

Atli Gregersen stórfegnast um uppbakningin hann og hinir Víkinga-leikararnir fáa frá teimum mongu trúgvu fjepparunum í Leirvík og í Gøtu. Atli Gregersen heldur, at átakið hjá fjepparafelagnum "Ultras" gevur eina ótrúligan stemning, og liðskiparin staðfestir, at vikan undan einari steypafinalu er ikki lík nakrari aðrari viku í árinum hjá honum, og liðfeløgunum.

 

Atli Gregersen heldur, at KÍ er ein lítil favorittur í mun til gongdina higartil í ár, men hann slær fast, at hann og liðfelagarnir ætla ikki at geva steypið frá sær uttan svørðslag.

 

Hoyr eisini hvat Atli Gregersen tippar.

 

Leggjast kann aftrat, at Atli Gregersen hevur spælt fimm steypafinalur við Víkingi (2009, 2012, 2013, 2014 og 2015), og hevur eisini spælt eina steypafinalu við GÍ í 2005. Atli Gregersen hevur vunnið allar steypafinalurnar hann hevur verið partur av higartil. Í annaðkvøld fæst at vita, um tann trendurin verður brotin.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið. Og beinleiðis frásøgn verður eisini her á in.fo.