TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við Andras Gango, málverja hjá Skála.
Fyrri parturin av samrøðuni snúði seg um dystin millum Skála og ÍF, sum Skála vann 1-0. Andras Gango ásannar, at ÍF trýsti stórar partar av dystinum, men hann heldur, at hann og verjan hjá Skála stóðu seg væl, og teir á liðnum hjá Skála stórfegnast um at verða átta stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, nú Skála hevur 17 stig, og AB liggur næstniðast við níggju stigum. Andras Gango er stórt sæð nøgdur við úrtøkuna í landskappingini higartil, og hann heldur, at liðið hevur nógv at byggja á til seinnu helvt av landskappingini.
Seinni parturin av samrøðuni snúði seg um upprunalandið hjá Andrasi, Ungarn, sum spælir ein fyri ungarska fólkið stóran dyst komandi sunnukvøldi klokkan 20, tá magayararnir skulu takast við evnaríka belgiska liðið, sum hjá veddingarfyritøkunum er favorittur at vinna á Ungarn. Andras Gango heldur tó, at ungarska liðið hevur tað, sum skal til fyri at yvirraska, og hann er vónríkur um, at Ungarn kann vinna seg í fjórðingsfinaluna.
(Savnsmynd: football.fo)