Fegnast um árið í Føroyum

Steðgurin í Føroyum hevur gagnast mær væl, við góðari og sera miðvísari venjing, sigur Nikolaj Køhlert.

Nikolaj Køhlert, sum farna kappingarár spældi við NSÍ, undirskrivaði í morgun eina tvey ára avtalu við Valur úr Íslandi.

 

Avtalan er galdandi fyri tvey kappingarár og hann dylir ikki fyri, at talan er um eitt stig upp eftir á karrierustiganum. Hann hevur seinastu kappingarárini verið bundin at Silkeborg, haðani hann var leigaður út til NSÍ.

 

Hóast hann viðgongur, at støðið í Føroyum er nakað lægri enn í Íslandi so fegnast hann um stutta uppihald sítt í Føroyum.

- Eg fór til Føroya orsaka av Anders Gerber (venjaranum hjá NSÍ, red). Eg havi havt nakrar skaðar og hevði tørv á at spæla nógvar dystir og koma í gongd aftur. Tað gjørdi eg, so tað var ein jalig tíð, sigur hann við bold.dk.

 

- Vit tóku steðgin í Føroyum í stórum álvara. Eg havi havt nógva venjing einsamallur saman við Gerber fyrrapart, umframt venjing við liðnum seinni. Og tað hevur gagnast mær væl við góðari og sera miðvísari venjing, sigur hann.

 

Ísland er, eins og Føroyar var tað, einans eitt stig á leiðini víðari. Enn droymir hann eyðsæð um at sleppa út í eina størri ligu at spæla.

- Støðið er hægri í Íslandi og eg royni alla tíðina at spæla á hægst møguligum støði. Íslendska ligan fær meiri uppmerksem, og tað hevur eisini verið ein partur av míni avgerð. Um ein stendur seg væl, er tað møguleiki at koma víðari til eina størri ligu. Tað eru fleiri eygu eftir tær í Íslandi enn í Føroyum, sigur Nikolaj Køhlert, sum eisini hevur eina fortíð í Liverpool FC.

 

Valur endaði nummar fimm í íslendsku Pepsideildini, men vunnu steypakappingina. Teir skulu tí spæla í undanumfarinum til Europa League komandi kappingarár.