Føroya Náttúruverndarfelag , FNU, fegnast um nýggjar tónar frá SEV viðvíkjandi vatnorkuútbygging í Føroyum.
- Víkarætlanin er fyribils útsett, og SEV vendir eyguni móti vindorku ístaðin. Vit ivast ikki í, at tað eru hópin av føroyingum, sum fegnast líka nógv sum FNU, og sum fara at fylgja væl við gongdini framyvir, sigur FNU í tíðindaskrivi.
FNU hevur tó eina rúgvu av evnum, sum tey ynskja at seta á breddan, og hava brúk fyri fleiri virknum limum, so lyftast kann í felag.
- Úr rúgvuni kunnu vit t. d. endur- og gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, ymisk vard økir runt um í Føroyum, lívfrøðiligt margfeldi ? umframt stórmál sum Náttúrufriðingarlógin, sum enn ikki er samtykt og stovnan av tjóðgarði í Føroyum, sigur felagið.
Tann 20. apríl klokkan 19 verður aðalfundurin í felagnum hildin í Bládýpinum í Tórshavn.
Skráin til fundin verður hendan:
1. Ársfrágreiðing nevndarinnar.
2. Roknskapur fyri seinasta rakstrarár felagsins.
3. Limagjald fyri komandi ár.
4. Val av 2 nevndar og 1 tiltakslimi sambært grein 8.
5. Ymiskt.