Fegnast um hvíldarheimstilboðið

Vágs Matmøðrafelag fegnast, nú hvíldarheimið Naina rundar tey 75 árini. Í samband við, at Naina 23. februar hevur 75 ár á baki, ynskir Vágs Matmøðrafelag tillukku og góða eydnu framyvir, verður sagt í tíðindaskrivi.

Matmøðrafelagið takkar fyri tað, ið hvíldarheimið Naina hevur verið fyri føroyskar kvinnur hesi 75 árini, síðani stovnan.

Felagið heitir á føroyskar kvinnur um at lata hvíldarheiminum eina uppædd, ið tær meta hóskandi, í føðingardagsgávu.

Vágs Matmøðrafelag er virkið felag, ið eigur hús í Vági, ið verður leigað út til tiltøk og gisting. Umframt er húsið karmur tiltøk hjá felagnum. Felagið hevur eisini Dagtilhaldið, har pensjónistar hittast.

Vágs Matmøðrafelag eigur og rekur eisini handilin Suðuroyar Heimaviki.