Fyrr í dag vann B36 ein rættiliga tryggan 2-0 sigur á heimavølli ímóti Skála.
Teitur R. Joensen hjá Skála helt fyri í práti við Pætur Albinus, at væntandi royndirnar hjá Skála í effodeildini ávirkaðu teirra avrik.
Leikandi hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnaðist um, at Klæmint Matras og Hanus Thorleifsson, sum aftur eru at síggja í B36-troyggjuni løgdu út við at skora fyri liðið í tí, sum heimamennirnir meta verða ein pliktsigur.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Pætur Albinus hevði við Teitur R. Joensen og Jákup á Borg.