Fegnast um heiðurin

- At fáa ein heiður fyri sum fyritøka at hava rúmligheit, er heilt fantastiskt, sigur Bernhard Petersen, stjóri í El-Neti, sum er kosið ársins rúmligi arbeiðsgevari 2015.

El-installatørvirkið El-Net varð í gjár heiðrað sum ársins rúmligi arbeiðsgevari, og hendi hetta í sambandi við at Almannaverkið hátíðarhelt sín 40 ára dag.

 

El-Net fekk heiðurin frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, umframt eina serliga standmynd, sum Rúni Jacobsen á Verkstaðnum Vón hevur gjørt til høvið.

 

- Tað er ein samanrenning av fleiri tingum, sum ger, at júst El-Net hevur fingið heiðurin, heldur Bernhard Petersen, stjóri í El-Neti, sum stovnaði fyritøkuna í 2006 saman við Ólavi Debes og Pól Erik Johannesen.

 

- Eitt er, at vit sum fyritøka royna at skapa nøkur virði, hava framgongd og alt hatta har, men eg fáa ein heiður fyri sum fyritøka at hava rúmligheit, er heilt fantastiskt.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Bernhard Petersen.