Fegnast um gott avrik og nógv mál

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36 fegnast um, at hansara menn komu á odda so tíðliga í dystinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, sum sá sínar spælarar vinna ein 5-1 stórsigur á ÍF norðuri í Fuglafirði fyrr í dag.

 

Jákup á Borg er fegin um stórsigurin, og tað góða avrikið ímóti ÍF. Hann heldur, at tað hjálpti dystarætlanini væl, at B36 kom á odda so tíðliga í dystinum.

 

Nú ætlar B36 sær aftur fullan pott í heimadystinum ímóti TB/FCS/Royn komandi mikukvøld. Jákup á Borg staðfestir, at tað er langt upp til Vìking, men teir í B36 ætla at fáa eina so høga endastøðu sum gjørligt.