Fegnast um góðu undirtøkuna

Tað er rennifelagið Bragdið, sum saman við blaðnum Kvinna skipar fyri Kvinnurenningini.

 

Ann Thomsen er limarøkjul í Bragdinum og er eisini venjari í felagnum. Hon letur væl at undirtøkuni frá teimum 1980 kvinnunu, sum luttóku í renningini seinnapartin.

 

- Tað er stuttligt at síggja so nógvar kvinnur í øllum aldri vera við til hetta tiltakið. Tað tykist eisini, sum tað er blivin siðvenja hjá fleiri at luttaka í Kvinnurenningini, og tað haldi eg er rættiliga stuttligt, sigur Ann Thomsen.

 

Sjálv var hon eisini millum tær mongu kvinnurnar, sum runnu í dag, og hóast hon er íðin rennari og javnan luttekur í ymsum rennikappingum, var tað hart at renna í dag.

 

- At renna fimm kilometrar er hart fyri meg, tí mær dámar betri at renna longri teinar. Tá tú so skalt renna fimm kilometrar, mást tú renna rættiliga skjótt, men tað gekk, sigur Ann Thomsen.