Fegnast um góðu undirtøkuna

Stjórin er væl nøgdur við gongdina og heldur, at framtíðin sær spennandi út. Rás2 helt í dag sín 1 ára føðingardag.

Eitt gott ár er liðið, síðani Miðlavarpið keypti Rás2 frá undanfarnu eigarunum, og í eitt ár hevur nýggja Rás2 verið í luftini.

- Vit eru sera væl nøgd við gongdina higartil. Vit merkja ein stóran áhuga fyri Rás2, undirtøkan er góð, og tað gevur okkum hug at halda fram, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.

Rás2 hevur frá byrjan lagt seg eftir at verða frískt og livandi, og hóast summi fólk halda, at ov nógv fjant og fjas er á rásini, so órógvar tað ikki stjóran.

- Vit skulu verða alternativt radio. Vit skulu ikki verða public service støð nummar 2, og tí hava vit eisini ein lættan tóna. Soleiðis verður tað eisini frameftir. Rás2 er ein her-og-nú útvarpsstøð, sigur Jonhard Hammer.