TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar sum vóru í tí mittasta tímanum av sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin.
Mittasti tímin snúði seg um flogbólt, og vóru avrikini hjá U17 mans- og kvinnulandsliðunum í NEVZA-kappingunum í Ikast í Danmark í vikuni. U17 mennirnir vunnu bronsu og U17 kvinnurnar gjørdust nummar fýra.
Gestir í sendingini seinnapartin vóru Jákup Fjallsbak, flogbóltsviðmerkjari, Hanna Helena Weihe Simonsen, ferðaleiðari og Jón Weihe Simonsen, U17 spælari.
Jákup Fjallsbak og Hanna Helena Weihe Simonsen undirstrika, at talan er um gjøgnumgangandi góð avrik hjá báðum liðunum. Jón Weihe Simonsen er sera fegin um at hava fingið eitt bronsuheiðursmerkið at kunna hanga á veggin heima í Sørvági.










