Ferðavinnufelagið helt sín triðja aðalfund á Hotel Hafnia í gjár, og ferðavinnan fegnast eitt nú um, at Ferðaráð Føroya er endurstovnað.
- Eftir at ferðavinan meira ella minni hevur verið slept upp á fjall seinastu trý til fýra árini, er tað gleðiligt, at núggja samgongan ætlar sær at raðfesta ferðavinnuna høgt, sigur Jákup Sverri Kass, fomaður í Ferðavinnufelagnum.
Hann sigur, at felagið seinastu tíðina hevur nýtt nógva orku og pengar upp á at savna hagtøl frá ferðavinnuni.
- Hetta er nakað, sum Hagstovan annars gjørdi, men tey føldu ikki, at tey kundu halda fram við hesum á tí grundarlagi, sum var, og tí tóku vit yvir. Men vit meta framvegis, at hetta er ein landsuppgáva, sigur Jákup Sverri Kass.
Hagtøl eru eisini fingin til vega fyri 2011, so fyribils er komið á mál við hagtølum.
- Vit rokna nú við, at tað almenna aftur tekur yvir hesa uppgávu, og tí er ætlanin hjá okkum at leysgeva peningar, sum vit hava nýtt itl hagtøl, til at gera aðrar uppgávur, sigur Jákup Sverri Kass.
Nývaldu limirnir í endurstovnaða Ferðaráð Føroya eru:
Johannes Jensen, stjóri, Hotel Føroyar, formaður
Anne Sophie Nordendal, leiðari á Vága Kunningarstovu
Eyð Matras, sjónleikari
Jóhana Rasmussen, booking manager, Hotl Føroyar
Magni Arge, stjóri, Atlantsflog
Rúni Vang Poulsen, stjóri, Smyril Line