Fegnast um fakfelagsstuðul

Tað hevur ikki skortað við yvirlýsingum frá fakfeløgum, ið hava víst sín fullan stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í samband við verkfallið, ið felagið hevur lýst, eftir at lønarsamráðingarnar við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum slitnaðu fríggjadagin í síðstu viku.


Skipara- og Navigatørfelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Handverkarafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám hava øll sent yvirlýsingar í dag, har feløgini hava víst sín fullan stuðul til stríðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at fáa tað, ið fakfeløgini kalla, veruligar samráðingar í lag við Fíggjarmálaráðið.


Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fegnast um stuðulin, ið felagið hevur fingið frá øðrum fakfeløgum í dag, men vísir samstundis á, at tey øll kenna til hvussu tað er at sita yvirav Fíggjarmálaráðnum við samráðingarborðið.


- Vit føla, at vit fáa stóran stuðul frá allari fakfelagsrørsluni og frá øllum okkara limum. Tað gleðir meg veruliga at síggja yvirlýsingarnar, men hetta sum vit siga, at tað eru ongar veruligar samráðingar við Fíggjarmálaráðið, tað er nakað, ið øll fakfeløg standa í, sigur Óluva í Gong.


Fakfelagið boðaði fyrr í dag Fíggjarmálaráðnum frá, at verkfallið verður víðkað hósdagin, so at tað eisini umfatar allar sjúkrarøktarfrøðingar á B7.