Tað er ikki farið ósæð framvið hjá íslendingum, at hundraðtals føroyingar í gjárkvøldið savnaðust í Vágsbotni at hyggja eftir EM-dystinum ímillum Ísland og Portugal, og at føroyingar stuðlaðu íslendska landsliðnum so væl.
Eftir dystin eru sjónbond at síggja á sosialu miðlunum, har føroyingar reisast og fegnast um frálíka 1-1-javnleikin. Íslendska blaðið Vísir hevur skrivað eina grein um stuðulin úr Føroyum, og tað er greitt, at teir eru ógvuliga takksamir fyri hann.
Her eru nakrar av viðmerkingunum, sum íslendingar skriva:
- Frálíkt. Takk, vinir mínir, føroyingar.
- Vakurt.
- Vit kunnu altíð líta á føroyingar.
- Hetta eru veruligir vinir.
- Vit eru ein rík tjóð at eiga slíkar vinir.
- Tað kemur ikki óvart á. Teir standa altíð við bakið hjá okkum.
Meðan flestu viðmerkingarnar eru stuttar og greiðar, so hevur ein eldri íslendingur givið sær betri stundir við knappaborðið. Hann skrivar m.a.:
- Eg vil minna okkum íslendingar á um ikki at gloyma hvussu trúðfast og væl føroyingar so mangan hava stuðlað okkum, og hvussu umráðandi tað er hjá nábúgvum at stuðla hvørjum øðrum. Vit íslendingar eiga altíð at stuðla føroyingum og 'rinda teimum í somu mynt' (ísl. hugtak, red.)