Tí bjóðaði hann eisini umboðunum fyri Fótbóltssamband Føroya á Ráðhúsið í gjárkvøldið. Saman við teimum komu eisini Brian Kerr, landsliðsvenjari, og tríggir leikarar, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen og Einar Hansen.
Hetta hildu tey nógv um á Ráðhúsinum, har tey bjóðaðu champagne, vín og annað sterkt, umframt vatn, djús og ein køkubita.
Í samband við vitjanina á Ráðhúsinum fekk Brian Kerr eina mynd frá borgarstjóranum. Høgni í Stórustovu, forseti í FSF, kom heldur ikki tómhentur á fundin. Hann handaði teimum í býráðnum eina gávu, sum var ein lampa og segði hann skemtandi, at tað um ikki annað kundi verið ein byrjan til ljós á venjingarvøllinum í býnum.
Tað er nevniliga soleiðis, at einki ljós er á venjingarvøllinum. Tað merkir, at føroyska liðið ikki kann venja um kvøldi, tí klokkan er ikki nógv meira enn sjey, tá tað verður myrkt.