Fegnast um enn eitt harðvunnið stig á útivølli (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Petur Knudsen tryggjaði NSÍ eitt stig, og hoyr hann setta orð á 1-1 javnleikin móti B36

##med2##

NSÍ hevur í tveimum torførum útidystum á rað móti Topp-4 mótstøðuliðum megnað javnleik 1-1, og tað heldur málskjúttin hjá NSÍ í kvøld, Petur Knudsen staðfesta, at tað búgva dygdir í NSÍ-liðnum.

Petur Knudsen nívir tað ikki, at tað ikki var so uppiborið, at NSÍ fekk eitt stig við sær úr Gundadali aftaná 1-1 javnleikin móti B36. Petur Knudsen staðfestir, at Gundadalur er ein torførur útivøllur, og tí er tað at kunna fáa stig við sær til Runavíkar í kvøld.

NSÍ er nú á øðrum plássi í Betrideildini við 17 stigum. Fýra stig eru upp til HB á fremsta plássi. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum hjá Peturi Knudsen.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Petur Knudsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra:  1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum B36 fekk móti NSÍ. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við  høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg aftaná dystin. 3) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin, ið hann leikliga nevnir besti avrikið hjá B36 hetta kappingarárið. Teitur heldur, at vinnur HB á KÍ í annaðkvøld verður tað ringt at ímynda sær ein annan FM-vinnara enn HB. 

(Hoyr málið Petur Knudsen, og hoyr samrøðu við málskúttan)