Ferðafólki í Norðoyggjum dámar náttúrna, grøna litin og vinarliga fólki. Men teimum dámar ikki órudd, vantandi kunning um tiltøk og regnið.
Hetta kemur fram í kanningini, sum Olga Biskopstø, cand. comm., hevur gjørt av ferðavinnuni í Norðoyggjum.
Hon hevur spurt ferðafólk, hvat teimum dámdu við at ferðast í Norðoyggjum, og hvat tey ikki dámdu.
Ferðafólkini eru væl nøgd við náttúruna, smáu oyggjarnar, blíðskapin, hjálpsemi og fuglalívið. Tey, sum eru spurd, nevna eisini friðin, útsýnið, havið og reinu luftina.
Sakna upplýsing
Men ferðafólkini eru ikki nøgd við øll viðurskifti, og nakað av tí, sum tey finnast at, er samstundis tað, sum kanningin mælir til verður betrað framyvir.
Nógv finnast at, at kunning og upplýsing eru ikki nøktandi. Ferðafólkini sakna fleiri skelti, sum vísa til áhugaverd støð, tey vilja hava fleiri og betri upplýsingar um, hvørji tiltøk eru at fara til, og onkur heldur, at tað regnar ov illa...
Ferðasambandið í vikuskiftinum fær eitt skot fyri bógvin, og somuleiðis halda ferðafólk, at tað er ov kostnaðarmikið at ferðast. Summi sakna atgongd til internetið. Og onkur heldur eisini, at ov nógv órudd er uttan um húsini, og havt verður eisini at munni, at ov nógv fólk lata bilarnar verða í gongd, tá tey fara til handils.
Svarini hjá ferðafólkunum eru partur av umfatandi kanning av ferðavinnuni í Norðoyggjum, sum Olga Biskopstø hevur gjørt.