Fegnast um besta avrikið hjá 07 Vestur í ár

(Rás2) 07 Vestur livir framvegis í niðurflytingarstríðnum aftaná ein knúsandi 5-0 heimasigur á Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá 07 Vestur, sum sá sínar menn vinna ein knúsandi 5-0 heimasigur á Skála fyrr í dag, sum er besta avrikið hjá 07 Vestur hetta kappingarárið.

 

Trygvi Mortensen er ovurfegin um avrikið, har 07 Vestur uppá sjey minuttir í fyrra hálvleiki megnaði at skora trý mál. Trygvi Mortensen staðfestir, at hóast Ken Fagerberg mátti út við skaða aftaná 25 minuttirs spæl, so átti hann ein stóran lut í trimum teimum fyrstu málunum.


Trygvi Mortensen heldur, at aftaná 3-0 málið hevði 07 Vestur tamarhald á tí mesta, og bygdi uppá leiðsluna í seinna hálvleiki við tveimum málum aftrat.

 

Nú ger 07 Vestur klárt til lagnudystin ímóti EB/Streymi í Streymnesi mikukvøldið. Vinnur 07 Vestur tann dystin er bara eitt stig upp til niðurflytingarstrikuna.