Nýggja Norrøna
-Hetta er eitt sera stórt og positivt átak. Gamla Norrøna var ikki tíðarhóskandi longur, og Smyril Line varð tvungið til at skifta skipið út sigur landsstýrismaðurin í ferðamálum Bjarni Djurholm, sum var við fyrsta túrin við nýggju Norrønu.
Hann viðgongur, at føðingin hevur verið eitt sindur turbolent. Tað er bara at vóna, at íleggjararnir og felagið sjálvt fáa tað burtur úr sum teir hava sett sær sum mál.
-Hetta er ein stór uppgáva. Man vónar og biðjur eftir, at tað fer at hepnast. Koma teir undan tey fyrstu árini so er sloppið, eri eg sannførdur um.
Bjarni Djurholm er ikki sinnaður at tosa um møguleikan fyri at seta almennar pengar í Norrønu í framtíðini, um alt skuldi gingið galið.
-Fyrst vil eg síggja ta støðuna, áðrenn eg úttali meg. Men sum útgangsstøði so vil landið heldur avvikla síni vinnuligu engagement enn at taka nýggj á seg. Hyggja vit at støðuni hjá rækjuflotanum kveppa menn seg við at fara inn við skipanum av ymsum slag, so tað má síggjast í eini heild. Sum útgangstøði er tað ikki indiskutabult men nakað sum líkist tí.
Landsstýrismaðurin haldur tó ikki, at vit eiga at undirmeta týdningin av, at vit hava frían kapitalflutning. At bæði hetlendingar og íslendingar hava sett pengar í skipið eigur at vísa okkum, at onnur síggja møguleikar her, og at Føroyar sum íløguøki ikki er uttan áhuga. So tá fólk síggja skipið er ikki óvist, um tey ikki eisini vilja seta kapital í. Tað er so nakað nevndin má taka støðu til. Men jú meiri innskotskapitalur er í tess betri er tað fyri tað samlaða projektið.
Bjarni Djurholm sigur, at eingin ivi er um, at vágin veksur proportionalt við kostnaðinum av skipinum. Nevnd og leiðsla eru samd um, at hetta er tann rætta loysnin. So er at vóna, at tað heldur. Gangi út frá at man setur nyttuna upp móti kostnaðinum og man hevur valt eina optimala loysn.
Men fortreytirnar kunnu broytast. Vit síggja at útflutningurin av alifiski er broyttur í mun til støðuna sum var áðrenn. Møguliga hava teir tikið hædd fyri hesum.
Hetta er eitt stórt tak og tað skulu takast nøkur øgilig tøk fyri at fáa hetta at bera til. Tað vóni eg eisini fer at eydnast










