Tað er at fegnast um, at politikarar síggja álvaran í støðuni, og gera nakað við tað.
Tað halda tey í Vinnuhúsinum, nú Johan Dahl vil fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi úr ES londum, til Føroya at arbeiða.
Vinnuhúsið sigur, at tey hava fleiri ferðir víst á, at vinnan longu hevur, tørv á fólki við røttum førleikum, serliga í byggivinnuni og hesin tørvur fer at standa við.
Les eisini: Nú skal meiri útlendsk arbeiðsmegi til Føroya
- Skal vinnan bara hava norðurlendska arbeiðsmegi at velja ímillum, enda vit í somu støðu sum í 2006 til 2008 við stórum tørvi á arbeiðsmegi, sigur Vinnuhús í sínari viðmerking til málið
Afturat hesum kemur, at nú eru við eisini í harðari kapping við Noreg um arbeiðsmegina, eisini tað føroysku, leggur Vinnuhúsið afturat. Vinnuhúsið tekur sostatt fult undir við, at tað skal verða lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya og at hesin samfelagstrupulleikin, sum tey kalla tað, verður loystur.
Sum støðan er nú, ber ikki til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, fyrrenn arbeiðsloysið fer niður um 3,5 prosent. Og ætlanin er ikki at broyta hetta markið fyri vanlig arbeiðsfólk. Men nú skal tað bera til at fáa handverkarar, og lærda arbeiðsmegi úr, ES londum til Føroya, tá ið arbeiðsloysið í Føroyum er undir seks prosent.
|