Meðan bankar og arbeiðsgevarar finnast at ætlanini at endurstovna Landsbankan, sum eru fakfeløgini ikki av somu hugsan.
Tá Landsbanki Føroya varð avtikin í 2013, talaði Fakfelagssamstarvið at, tí mett varð, at hetta kundi hava við sær óhepnar avleiðingar fyri m.a. óheftnið hjá stovninum, sum skuldi umsita gjaldføris- og skuldarumsiting landsins.
– Fakfelagssamstarvið gleðist tí um, at Landsbanki Føroya verður endurstovnaður, tí vit meta tað vera umráðandi við einum sjálvstøðugum almennum stovni, sum, óheftur av politisku skipanini, kann veita búskaparliga ráðgeving, framleiða tilfar og tryggja fíggjarligt støðufesti í Føroyum. Eisini heldur Fakfelagssamstarvið, at ætlanin um at stovna eitt váðaráð er eitt framstig, sum kann vera við til at styrkja eftirlitið við yvirskipaðum fíggjarligum váðum í Føroyum.
Tað sigur Fakfelagssamstarvið í hoyringsskrivi til Løgtingið.
– Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, leggur upp til ein nýggjan bygnað, sum er skipaður uttan umboðsráð. Fakfelagssamstarvið metir, at hetta setir eyka stór krøv til samansetingina av nevndini, og at tað er av alstórum týdningi, at valda sjeymannanevndin fevnir breitt og umboðandi – her verður bæði hugsað um fakligar førleikar, men eisini at valdu umboðini tryggja eina breiða umboðan í samfelagnum, siga fakfeløgini.
Fakfelagssamstarvið tekur sostatt undir við uppskotinum um stovnan av nýggjum landsbanka og váðaráði.
Undirskrivað vegna Fakfelagssamstarvið hava:
Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag
Óluva í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum
Suni Joensen, formaður í Akademikarafelag Føroya
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufela










