– Vit gera 6.400 túrar árliga, og hesaferð hendi eitt óhapp. Tað er sjáldsamt, at ein av okkara bilum er í slíkum óhappi, og vit gleðast um, at eingin kom til skaða.
Tað sigur Jákup Noløse, leiðari á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við Sosialin í dag í sambandi við ferðsluóhappið í Søldafirði, har ein sjúkrabilur gjørdist vrak.
Les eisini: Sjúkrabilur gjørdist vrak í ógvusligum óhappi
Hann sigur, at hetta fer væntandi ikki at darva sjúkraflutningstænastuna.
– Vit hava níggju bilar til økið, ið vit varða av, sum eru Eysturoy, Sandoy, Vágarnar og Streymoy. At vit hava ein bil minni eina tíð er sjálvandi ein avbjóðing, men eg vænti ikki, sjúklingarnir fara at merkja nnakað til tess, sigur leiðarin á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
Tá Miðlahúsið ringdi á løgreglustøðina at frætta um óhappið, høvdu tey onga fráboðan fingið um óhappið.
– Tað passar, at vit ikki hava boðað løgregluni frá. Í hesum førinum var einans talan um skaða á bilin, og tí mettu vit ikki, at tað var neyðugt at boða løgregluni frá, sigur Jákup Nolsøe.
Vakthavandi á løgreglustøðini vil ikki gera viðmerkingar til júst hetta málið. Tað kennir hon sum vera man einki til, men sigur, at ein einans hevur fráboðanarskyldu, um onkur er komin til skaða, ella ein hevur volt skaða á ogn annara. So er spurningurin, um ikki skaðin á handan brandpostin átti at verið fráboðaður...