##med2##
Bara ein javnleikur var í Betrideildini í dag, og var hann úti í Vika á Argjum har AB og Víkingur valdu eina null-loysn.
Símun Samuelsen kann staðfesta eina góðkenda byrjan sum venjari í Betrideildini. Símun staðfestir, at AB fór eftir einum sigri, men hinvegin er hann sera fegin um, at hansara menn hildu málið reint í dag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Símun Samuelsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein og samanumtøkuna hjá Teiti Joensen, viðmerkjara hjá FM1.
##ms##