Tey vóru mong, sum fegnaðust saman við manningini á Klaksvíkingi eftir sera spennandi ólavsøkuróðurin í fagrasta veðri, har ein sera stór mannfjøld hugdi at.
Manningin fekk eisini høvið at taka samanum væl eftir róðurin og hátíðarhaldið aftaná, meðan bíðað var eftir bilinum, sum skuldi koyra bátin norðuraftur.
Mong vóru tey, ið komu framvið, sum steðgaðu á og ynsktu teimum fróu og móðu monnunum á Klaksvíkingi til lukku.
Til lukku Klaksvíkingur!