Fegnaðist um samvinnuna við Bretland

Føroyingakvøld

Sum serstakan gest til føroyingakvøldið í London nú um dagarnar hevði tað eydnast at fáa sjálvan Eyðun Elttør, landsstýrismann í olju- og umhvørvismálum at røða og hugleiða. Og tað gjørdi hann eisini væl og virðiliga. Segði seg vera veruliga glaðan fyri at vera í London og tosa við føroyingar her búleikast og hugleiddi hann yvir samvinnuna, sum hevur verið millum Føroyar og Bretland gjøgnum tíðirnar.
Frá tí at niðursetufólk úr Írlandi komu til Føroya, tá so frægir menn sum Nólsoyar Páll fóru við fullfermdum skipi úr Onglandi til Føroya men ikki spurdist aftur - tá bretar hersettu Føroyar og vóru móttiknir við opnum ørmum - til ísfiskatíðina, tá føroyskir bátar avreiddu í Bretlandi og til dagin í dag, har ein sera spennandi avbjóðing í eini komandi oljuvinnu stendur fyri framman.
- Vit vita ikki, nær og hvussu nógv vit finna av olju. Men her liggur ein ótrúliga stór avbjóðing framman fyri okkum, og vit skulu taka væl ímóti henni sannførdi landsstýrismaðurin fjøldina av føroyingum. Og hann helt fram: - Tað eru óavmarkaðir møguleikar í tí, sum liggur bæði í fiskivinnu og í oljuvinnu. Vit kunnu menna okkum, gera okkum betri á skúlaøkinum og vit kunnu lyfta okkum mentanarliga uppá eitt sera høgt støði í sambandi við eina oljuvinnu.
Eyðun Elttør, sum er ein av trúgvu stuðlunum hjá Brøðrasamkomuni, kom eisini inn á andaliga økið, har vit somuleiðis fingu so nógv frá okkara grannum eitt nú í Bretlandi, haðani fólk komu til Føroya og sum fingu stóran týdning fyri okkara andaliga og mentanarliga lív og sum gjørdu okkum ríkari .
Eyðun Elttør helt tað vera eina dygd fyri eitt fólk, at tað fer burtur í onnur lond at nema sær kunnleika og royndir og so koma heimaftur við einum førningi, ið aftur kann koma so mongum øðrum av sínum landsmonnum til góða.
Einki var at ivast í, at landsstýrismaðurin kendi seg so ómetaliga væl millum sínar landsmenn, útisetarnar í London. Og hann kundi tí heldur ikki í síni eyðmýkt lata vera við at taka í egnan barm sum politikari: - Á politiska økinum er eisini neyðugt at hugsa um, hvussu onnur hava tað. Hvat er tað man er settur til sum politikari ! Er tað ikki at hugsa og fjálga um onnur, so tey koma at hava tað gott.
Hann nam við tað at fáast við politikk sum ein atburð - hvussu tú ber teg at móti tínum næsta, móti øðrum menniskjum. -Tað merkir m.a., at vit skulu hátta okkum skilagott fyri, at onnur skulu hava tað gott , og at vit skulu liva saman í einum góðum landi og eisini tit sum útisetar her í Onglandi. Við hesum orðum vónaði landsstýrismaðurin, at útisetarnir ikki gloymdu sítt heimland - sum heldur ikki vildi gloyma teir.