Fegin vinnari

Karsten Ellerup gleðir seg til komandi ár, tá ið hann ætlar sær at verja heitið.

Vinnarin í Statoil Kring Føroyar kappingini í ár, Karsten Ellerup, var sum vera man fegin um úrslitið. ? Eg vónaði undan kappingini at enda millum tríggjar teir fremstu, so tað at vinna kappingina er bara einastandandi, segði Karsten Ellerup eftir kappingina.

Karsten Ellerup súkklar í fremsta bólkinum í Danmark, og tí hevur hann í mun til hinar súkklararnar í kappingini, nógvar royndir við at súkklukappingar, ið fevna um fleiri dagar. Í Danmark er tað bara í tí fremsta bólkinum at súkkla verður etapu-koyringar.

Spurdur um hvussu tað bar til, at hann hevði leitað sær til Føroyar, svaraði Karsten, at hann hevði lisið greinar í blaðnum Cykleren, sum høvdu róst kappingini, og tí valdi hann at koma upp til Føroya. Eisini var hann áhugaður at vitja Føroyar, og uppliva vøkru náttúruna, sum hann tók til.

Karsten var væl nøgdur við kappingina, og ikki minst karmarnar rundan um hana.

-Eg havi onkið at seta fingur á, og tit kunnu vera vís í, at eg verið her aftur næsta ár at verja heitið.

Strævnasti teinurin i kappingini, metti Karsten vera Eiðisskarð, og vísti á, at hann als ikki var vanur við súkklukappingar við so nógvari fjallakoyring.

? Í Danmark eru vit als ikki von við slíka fjallakoyring, men tað gekk væl kortini, og eri sera fegin um sigurin, legði Karsten Ellerup aftrat.