Leikarasamrøða
Tað var Jann Ingi Petersen, sum var stóra kaninin hjá Henrik Larsen, tá liðið varð sett til dystin móti Íslandi.
Frá flest øllum síðum varð roknað við, at tað skuldu verða Fróði Benjaminse og Julian Johnsson, sum skuldu mannað føroyska miðvøllin, og hóast ein branddyst móti Kasahkstan herfyri, so segði Jann Ingi seg rokna við tí sama.
- Julian og Fróði hava verið somikið sterkir á miðvøllinum, at eg als ikki hevði roknað við nøkrum møguleika her og nú.
- Eg fekk tað heldur ikki at vita, fyrr enn stutt undan dystinum, og tí var eg kanska eitt sindur nervøsur, tá dysturin fór ígongd, men har var einki annað at gera, enn bara at royna sítt besta, helt Jann Ingi, sum annars helt, at tað var ein stór hjálp, at vanligi liðfelagin úr B68 var hin maðurin á miðvøllinum.
Tað tóktist eisini, sum hevði føroyski miðvallarin eitt sindur ilt við at koma inn í dystin, og hann viðgekk eisini, at hetta hevði verið strævið.
- Spælið lá ikki serliga væl til okkum á miðjuni, tað er jú munur á einum venjingardysti móti Kasahkstan og so einum undankappingardysti móti Íslandi. Men eg haldi, at eg spældi meg væl upp, áðrenn eg varð skiftur út.
Mikudagin er dystur móti Týsklandi, og til ta tíð verður ein av spurningunum heilt víst, hvussu føroyski miðvøllurin fer at síggja út.
Til hetta helt Jann Ingi, at tað má so verða upp til venjararnar.
- Tað hevði sjálvandi verið stuttligt, um eisini slapp við har, men lat okkum nú fáa at síggja. Enn eru nakrir dagar, til tann avgerðin skal takast, segði ein fegin Jann Ingi Petersen at enda.










