Fegin um heiðurin

Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, takkaði fyri sýnda heiðurin við hesum orðum:

»Fyrst vil eg fegin takka fyri hendan heiður, ið er sýndur okkum, at velja Vónina sum ársins virki 2011. Hetta var óvæntað og eru vit ikki sørt bilsin og fegin um, at fáa eitt tílíkt herðaklapp, nú á øðrum sinni. Tað stimbrar og hitar og eggjar eisini til at halda áfram við tí menning, vit eru í hvønn dag, vónandi langt inn í framtíðina.
Í ítróttinum er vanligt at siga, at tað ofta er truplari at endurvinna kappingar ella meistaraheiti, enn at vinna á fyrsta sinni og er tað nokk eisini so.
Tað er avgerandi neyðugt at hava eitt gott samanspælt lið við bæði royndum og ungum fólki, har øll vita hvat krevst av teimum fri at náa málinum, vit hava sett okkum. Ætlanir og mál verða sett út í kortið og taktikkurin skal vera tann rætti, bæði í strævnum og løttum dystum, tí mótstøðuliðið hevur uttan iva sín egna taktikk, fyri at vísa áskoðarunum, at teir eru bestir. Tí júst áskoðarin hevur jú nógv at siga her. Um tú ikki, sum oftast vinnur og gevur teimum ta vøruna, teir vænta at fáa, so vera teir ikki tínir trúgvu áskoðarar leingi og velja tá heldur at stuðla øðrum felagi.
Tí vil eg fegin takka nevnd og starvsfólkum á Vónini fyri gott arbeiði og samstundis eisini takka okkara nógvu trúgvu viðskiftafólkum fyri hollan stuðul higartil og sjálvandi vóna, at tað heldur áfram í nógv ár aftrat.
Vónin er ein partur fiski- og alivinnuni, sum so nógvar aðrar vinnur í Føroyum, og vildi eg ynskt og fari inniliga at heita á tey stýrandi í hesum landi at skipa soleiðis fyri, at møguleiki er at fáa sum mest burtur úr tí ríkidømi, vit eiga, og gera langtíðar ætlanir og karmar, saman við vinnuni, landi og fólki at gagni.
Eri sjálvandi samdur í, at vit skulu skapa nýggjar og aðrar vinnur eisini, men ríkidømið í havinum og kanska havbotninum við, kemur at vera okkara týdningarmesta vinna í nógv ár framyvir. So lat okkum tí skapa virðing og áhuga fyri hesum yrkinum, so tí er lív lagað.
Takk fyri«.