Fegin um at koma “heimaftur”

- Eg havi havt fimm góð ár í HB, men eg eri uppaldur í B36, og tí kennist hetta sum at koma heimaftur, sigur Jákup á Borg

Søgurnar gingu og klokkan 21.48 í gjárkvøldið vórðu tær alment váttaðar. Jákup á Borg skiftir úr HB til B36.

Kappingarárið í ár hevur Jákup ikki trivist eins væl í HB, sum hann gjørdi eitt nú í fyrraárið, tá hann varð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti, og eina tíð hevur ljóðað, at eitt skifti var ávegis.

Sjálvur leggur Jákup tó dent á, at hóast hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina, so hevur hann havt nøkur góð ár í HB, har hann millum annað var liðformaður eitt skifti.

Við Rás2 segði Jákup á Borg í dag, at tú sum leikari ikki er við til at stýra øllum.

– Í hesum førinum ynskti B36 at yvirtaka meg, og HB játtaði og vildi av við meg, segði hann við Rásina. Við Portalin í gjárkvøldið fegnaðist Jákup á Borg eisini um avtaluna, feløgini bæði høvdu fingið í lag.

– Tá feløgini samdust um treytirnar sínamillum, var restin upp til mín og B36. Og eg eri fegin um, at vit fingu tann partin í rættlag. Men eg havi havt fimm góð ár í HB og tey minnist eg fegin. Hinvegin eri eg uppaldur í B36, og tí er hetta sum koma heimaftur, segði Jákup á Borg við Portalin í gjár.

Tá Rás2 hevði Jákup á Borg á orði í dag, varð hann eisini spurdur, um keðiligu úrslitini hjá HB í ár, og tað, at hann varð frátikin sum liðformaður, hevði nakað við hansara skifti at gera. – Sjálvandi ávirkast tú av slíkum. Men eg royndi at skúgva tað til viks, og tað er heldur ikki orsøkin til, at eg nú valdi at skifta, gjørdi Jákup á Borg greitt.