Rodmundur Nielsen sigur, at hann væntaði, at ein meiriluri fór at taka undir við samanleggingini, men at meirilutin fór at vera so greiður, tordi hann ikki at vóna.
Sáttmálin um samanlegging verður undirskrivaður í dag, mikudagin. Sáttmálin sigur, at kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2001, tá nýtt stýri tekur sæti. Ellivu limir verða í nýggja ráðnum.
Samstarvið er byrjað. Kommunurnar fáa innlit í viðurskifti hjá hvørjum øðrum, og soleiðis verður arbeiðið samskipað. Tekniska deild hjá Runavíkar kommunu hevur eitt nú loyst uppgávur fyri Skála kommunu, og soleiðis fer samstarvið at halda fram.
?Nú hava vit trý ár at fyrireika okkum, og samstundis kunnu vit prógva, at hetta var ein røtt avgerð, sigur Rodmundur Nielsen.
Eitt fet í senn
Tá Rodmundur verður spurdur, um hann fer at fríggja til aðrar kommunur, so sigur hann, at mann skal taka eitt fet í senn. Hann heldur tó, at tað hevði verið ein fyrimunur, um kommunurnar um Skálafjørðin stóðu saman um at loysa fleiri uppgávur. Hann er eisini altíð tilreiðar at tosa um viðurskifti í sambandi við samanlegging.
Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum, hevur sett fram ynski um at leggja saman við Tórshavnar kommunu, men hesum tekur Rodmundur ikki undir við, tí andin í lógini um samanlegging sigur greitt, at talan skal vera um kommunur í sama øki.
Høvuðstankin aftanfyri samanleggingina hevur ikki verið at kappast við miðstaðarøkið, sigur Rodmundur Nielsen, sum vísir á, at tað verður neyðugt við samanleggingum, um kommunurnar skulu vera førar fyri at loysa tær uppgávur, sum verða lagdar út til tær at umsita.