Fegin at vera aftur

Vivi Elttør er álitisfólk á Kósini, og hon fegnast, at Kósin loksins er latin upp. – Vit hava bíða í spenningi so leingi, so tað er deiligt, at hon er farin í gongd aftur, sigur hon

Vivi Elttør var millum tey umleið 50 fólkini, sum byrjaðu at arbeiða fiskin av Safir og Smaragd, sum varð landaður á Kósina í morgun, og hon fegnast, at virkið er opið aftur.

– Fólk hava verið øgiliga ótolin, so nú eri eg bara glað, at Kósin er opin aftur, sigur Vivi Elttør.

Hon greiðir somuleiðis frá, at tað lyfti stemningin í býnum, tá tað gjørdist greitt, at Kósin fór at lata uppaftur.

– Øll eru bara glað, at vit aftur arbeiða, hóast vit enn bara eru í eini byrjunarfasu, sigur hon.

Í morgun vórðu umleið 200.000 pund landaði á Kósini í morgun, men Vivi dugir ikki at siga, hvussu nógv tey klára at arbeiða í dag.

– Vit eru akkurát byrjaði, so eg dugi ikki at siga, hvussu nógv, vit fáa ígjøgnum í dag, men tað er bara gott at vera aftur, sigur Vivi Elttør.