Í gjár var talan um stóran fong, tá menn komu aftur til lands, hóast talan var um fong, ið ikki varð fingin langt úr landi, tí fongurin, ið talan er um, fekst á Lopransfirði, har ætlanin bert var at fáa sær eitt kók, sum tikið verður til.
Tá feðgarnir Brynleif og Poul Johannes Bech úr Lopra í gjár fóru í fjørðin at fáa sær eitt kók, varð tað neyvan í teirra tonkum, at teir skuldu venda aftur við einum stórum hemara, skrivar Suðurrás á sudurras.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.