Federer vann Wimbledon

Sveisiski Roger Federer er nú javnur við metið hjá Bjørn Borg, sum er at hava vunnið heili fimm Wimbledon Open á rað. Á grasinum í Wimbledon vann Federer á Rafael Nadal, sum serliga er sterkur á grúsi. Finalan gjørdist ein sera spennandi og væl leikt finala, sum endaði við, at Federer vann 3-2 í settum. Settúrslitini vóru 7-6, 4-6, 7-6, 2-6 og 6-2.