Sunnudagin var finalan í Wimbledon tenniskappingini spæld, og fjórða árið á rað var tað Roger Federer úr Sveis, sum vann kappingina. Hesaferð var finalan ímóti spanska Rafael Nadal, sum hevur vunnið fleiri dystir ímóti Federer. Nadal vann eisini eitt sett í dystinum, men annars var tað Federer, sum var omaná. Settini endaðu 6-0, 7-5, 6-7 og 6-3. Hjá kvinnunum var tað Amelie Mauresmo úr Fraklandi, sum vann kappingina. Hon er fyrsta franska kvinna í 81 ár, sum vinnur tenniskappingina í Wimbledon.










