Federer og Wozniacki úti av Wimbledon

Sjeyfaldi meistarin og verandi meistarin í Wimbledon, Roger Federer, reyk púra óvæntað úr kappingini longu í 2. umfari, sum varð leikt í dag. Sergiy Stakhovsky úr Ukreina, sum er nummar 116 á heimsstyrkislistanum, vann dystin 6-7, 7-6, 7-5, 7-6.

 

Eisini danska Caroline Wozniacki er úti av Wimbledon. Hon var darvað av skaða og tapti greitt 2-6, 2-6 ímóti kekkisku Petra Cetkovska, sum er nummar 196 á heimsstyrkislistanum.

 

Heimsins bestu tennisspælarar, Novak Djokovic hjá monnunum og Serena Williams hjá kvinnunum, eru framvegis við í kappingini og skulu spæla triðja umfar í morgin. Novak Djokovic spælir ímóti Bobby Reynolds, meðan Serena Williams møtir Caroline Garcia. Báðir mótstøðuleikararnir hava vunnið seg í kappingina umvegis undankappingina.

 

Gott lag var annars í Wimbledon í dag, har bretski Andy Murray vann seg víðari til triðja umfar eftir at hava vunnið 6-3, 6-3, 7-5 ímóti Yen-Hsun Lu úr Taivan.

 

Minni gott var lagið á ikki færri enn átta spælarum, sum máttu melda frá annaðhvørt undan ella undir dysti teirra vegna skaða. Ein teirra var franski Jo-Wilfried Tsonga, sum var styrkismettur nummar fimm í kappingini.

 

Eisini triðbest styrkismetta hjá kvinnunum, Maria Sharapova, var ávirkað av skaðum. Hon fullførdi tó dystin ímóti portugisisku Michelle Larcher De Brito, sum vann dystin 6-3, 6-4. Eftir at vera dottin tríggjar ferðir undir dystinum mátti Sharapova fáa viðgerð og var greidliga merkt í knænum. Undir dystinum gjørdi hon vart við sína misnøgd um hvussu hált grasið var, eins og bæði hon og mótstøðuleikara hennara nevndu hetta á tíðindafundinum eftir dystin.

 

- Har var ein hópin av grasi, sum var sligið, men ikki rakað burtur. Nógv gras lá við yvirflatuna, og tað førdi við sær, at vøllurin var sera hálur, segði Michelle Larcher De Brito á tíðindafundinum.