Roger Federer hevur nú tangerað metið hjá Bjørn Borg við sigrum í 41 dystum á rað á grasvølli. Federer vann sunnudagin finaluna í ATP-kapping í týska býnum Halle, og tað var kekkin Tomas Berdych, sum stóð fyri skotum.
- Hetta er ein stór løta fyri meg, sigur Roger Federer, sum herfyri tapti finaluna í French Open. Hon var tó ikki spæld á grasi, tí á grasi er tað eingin, sum vinnur á Federer. Seinast Federer tapti á grasi, kallaðist ár ið 2002, og kappingin var Wimbledon.