Schweiziski Roger Federer vann sunnudagin sína 14. Grand Slam-kapping, tá hann í finaluni í French Open vann 6-1, 7-6, 6-4 á svenska Robin Söderling. French Open var samstundis tann einasta av teimum fýra stóru kappingunum, sum Federer ikki hevði vunnið, og við í alt 14 Grand Slam-sigrum javnaði Federer hartil metið, sum amerikanski Pete Sampras higartil hevur átt.