Um kríggið í Ukraina steðgar, verður Russland innan fimm ár klárt til stórkríggj á evropeiska meginlandinum, har USA ikki blandar seg uppí.
Hendan framtíðarímynd gongur eisini út frá, at NATO ikki brynjar seg í somu ferð sum USA.
Tað sæst í eini dagførdari meting av hóttanini úr Russlandi, sum danska verjufregnartænastan (FE) almannakunngjørdi í morgun.
Frágreiðingin snýr seg um, við hvørjari ferð FE væntar, at førleikin hjá Russlandi at vera ein hernaðarlig hóttan móti NATO fer at mennast.
FE metir, at tað er lítið sannlíkt, at Russland megnar at halda fram við einum krígsátaki í Ukraina og samstundis byrja kríggj við eitt ella fleiri NATO-lond.
Við hesi bakgrund metir FE, at Russland fer at kunna sleppa munandi hernaðarligum tilfeingi og harvið økja um sínar førleikar at vera ein beinleiðis hernaðarlig hóttan móti NATO, um kríggið í Ukraina steðgar ella frystur.
Um tað hendir, metir FE, at innan umleið hálvt ár fer Russland at kunna stríðast við eitt lokalt kríggj í einum grannalandi.
Um tíggju ár fer Russland at kunna vera ein trúverdig hóttan móti einum ella fleiri NATO-londum og vera til reiðar at føra økiskríggj móti fleiri londum í Eystursjónum.
Tær báðar framtíðarmyndinar ganga eisini út frá, at NATO ikki brynjar seg í somu ferð sum Russland.
Í metingini frá FE stendur, at eingin avgerð er tikin um at byrja kríggj móti einum NATO-landi, men at Russland sær seg sjálvt vera í stríði við NATO og fyrireikar seg til kríggj.
FE metir eisini, at Russland verður meira sinnað at brúka hermegi í einum økiskríggi móti einum ella fleiri londum, sum eru limir í NATO, um landið sær verjusamgonguna sum veika.
- Hetta er serliga galdandi, um Russland metir, at USA ikki kann ella vil stuðla evropeisku NATO-londunum í einum stríði við Russland, stendur í metingini.
Í januar, áðrenn Donald Trump varð settur sum forseti í USA, segði hann, at hann heldur, at evropeisku limirnir í NATO skulu brúka fimm prosent av teirra bruttotjóðarúrtøku (BTÚ) til verju.
/Ritzau/











