Sofus hevur havt fleiri framsýningar fyrr, men hetta er fyrsta framsýning hann hevur saman við pápanum, sum altíð hevur teknað, men ongantíð hevur sýnt fram áður.
Myndirnar hjá Justa eru áhugaverdar og søguligar. Fleiri av tekningunum hevur hann teknað eftir minninum. Hann hevur eitt sjaldsama gløgt eyga og stóran ans fyri tí gamla.
Á framsýningini eru umleið 40 innrammaðar tekningar hjá Justa og 15 málningar hjá Sofusi.
Framsýningin er opin til og við hósdagin 14. desember. Opið er: leygardagin frá kl. 11-18, sunnudagin frá kl. 15-18, og mánadag til hósdag frá kl. 15-18.










