Feðgar slaktaðu 15 gásarungar

Nú tað stundar til jól, er hetta eisini tíðin, tá gásarungarnir verða slaktaðir og gjørdir klárir til døgurðan jólaaftan.

Nú tað stundar til jól, er hetta eisini tíðin, tá gásarungarnir verða slaktaðir og gjørdir klárir til døgurðan jólaaftan. Og hetta var júst tað, sum feðgarnir, Thomas og Kári Petersen á Sandi, tókust við seinnapartin í dag, tá In.fo vitjaði inni á gólvinum.

 

Feðgarnir hava tvey gásapør, sum tilsamans fingu 16 ungar í vár. Ein ungi doyði í einari veit, meðan hann enn var lítil, og so vóru 15 ungar eftir. Annað gásaparið hevur gingið í Todnesi, og hitt hevur seinastu tíðina gingið Uppi í Nesi.

 

Í dag vórðu allir gásarungarnir tiknir, avlívaðir, skoldaðir, reinsaðir og gjørdir klárir til jóladøgurðan. Vektin lá um góðar 20 merkur. Onkur datt beint niður um, og hin besti táttaði í 24 merkur. Feðgarnir vóru nøgdir við vektina og skurðin í dag.