Tað var bæði nýtt og gott gamalt, tá ið B71 seinnapartin hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá Suðringum.
B71 vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað síðsta korterið undan steðginum, og í báðum førum var tað Clayton Soares, sum var málskjútti. Í seinna førinum var tað við brotssparki.
Sigurin er kærkomin, eftir at B71 fimm tær seinastu ferðirnar einki hevur fingið burturúr.
Úrslitið ber við sær, at B71 er á sætta plássi, og at tað eru tíggju stig aftur til niðurflytingarpláss.
Merkisvert er tað, at gamli kenningurin í føroyskum fótbólti, Clayton Soares úr Brasil, sum 24. november verður 40 ár, var millum teir fyrstu ellivu hjá B71. Millum liðfelagarnar hjá honum í dag var 18 ára gamli sonur hansara Klayver.
Úr B71 verður upplýst, at feðgarnir úr Brasil eru komnir henda vegin at arbeiða á Sandoy Seafood, og at teir hava játtað at hjálpa B71 tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum.
Klayver legði upp til fyrra málið, og Tijani Mohammed tiltuskaði B71 brotssparkið, sum Clayton Soares umsetti til 2-0.
Suðringar hava higartil vunnið sjey stig og eru niðastir á støðutalvuni.
Næsta avbjóðingin hjá Suðringum verður HB í Gundadali, meðan B71 skal til Klaksvíkar.