Feðgar á pall í Klaksvík

Feðgarnir Holbæk og Feðgarnir Nólsøe-Ranason spæla í Spaniastovu.

Feðgarnir Holbæk eru ein bluesduo av Tvøroyri, við feðgunum Kristian og Óla! Teir spæla eina blanding av aukustiskum Missippi delta blues, soul og nýggjari blues.


Kristian er forsangari í Froðbiar Sóknar Bluesorkestri, har Óli eisini hevur spælt við á onkrum koncertum.


 


Feðgarnir Nolsøe og Ranason


Tá Nolsøe - Ranason fara á pall, verða tað sangirnir hjá pápanum og rokkaranum í Frændum, sum teir fara at tulka - og har gera teir bart!


Teir fara heilt aftur til byrjanina við løgum sum Kendar gøtur og Bløðini spretta og umvegis Frændur V til teir nýggju sangirnar, sum Rani hevur givið út í 2017 - og enntá til eina frumframførslu av einum nýggjum lag, sum fer at koma út í næstum.


Meðan Eyðun arbeiðir nógv við tónleikinum á musikmiðnám, spælir Rani regluliga sum trubadurur.


Tilfarið er legendariskt, feðgarnir eru í toppformi, og karmarnir í Spaniastovu søguligir.


Feðgarnir Holbæk og Feðgarnir Nólsøe-Ranason spæla í Spaniastovu leygarkvøldið kl 22.