Feðgar funnir deyðir á Mont Blanc

Bjargingarlið funnu í dag ein bretskan mann og 12 ára gamla son hansara deyðar í líðini á fjallinum Mont Blanc í Alpunum.

Pápin ringdi til bjargingartænastuna í gjár og boðaði frá, at sonurin var dottin oman, og at hann slapp ikki oman til hansara. Bjargingartænastan misti sambandið við mannin, áðrenn hann fekk sagt, hvar teir vóru staddir, men bjargingarlið valdu kortini at fara at leita.

Tíðliga í morgun fekk manningin á einari bjargingartyrlu eygað á menninar í 1.600 metra hædd, men tá bjargingarmenninir komu til teirra, vóru báðir deyðir.

Mont Blanc er 4.810 metrar høgt og er á markinum millum Frakland og Italia.