Feðgar á ferð ? Ein einfaldur veruleiki

Nøkur menniskju hava tær merkisverdigu gávur, at tey hava so ótrúliga lætt við at foreinkla veruleikan uttan at kaga eftir, um nú niðurstøðurnar eru eftirfarandi og í tráð við veruliga veruleikan. Soleiðis pástanda feðgarnir báðir Høgni og Kjartan, at allur stuðul er av tí ónda og er orsøkin til allar ?verðsins? ólukkur í Føroyum, fyri síðan at siga, at alt, sum er hent í Føroyum síðan 1948, og sum vit øll kunnu verða samd um ikki átti at verið hent, tað skyldast, at vit hava havt eina Heimastýrislóg og síðan 1988, at vit fingu ríkisstuðul úr danska ríkiskassanum.

Nøkur menniskju hava tær merkisverdigu gávur, at tey hava so ótrúliga lætt við at foreinkla veruleikan uttan at kaga eftir, um nú niðurstøðurnar eru eftirfarandi og í tráð við veruliga veruleikan. Soleiðis pástanda feðgarnir báðir Høgni og Kjartan, at allur stuðul er av tí ónda og er orsøkin til allar ?verðsins? ólukkur í Føroyum, fyri síðan at siga, at alt, sum er hent í Føroyum síðan 1948, og sum vit øll kunnu verða samd um ikki átti at verið hent, tað skyldast, at vit hava havt eina Heimastýrislóg og síðan 1988, at vit fingu ríkisstuðul úr danska ríkiskassanum.

Eg komi í hesum sambandi at hugsa um framúr góðu donsku sjónvarpssendingina Matador, har grísahandlarin Larsen hevði dresserað hundin Kvik til ikki at eta, um hann segði: ?det er en tysker, det er en tysker.?

Soleiðis verður nú ført fram av hesum báðum, at ?tað er ein Heimastýrislógin, tað er Heimastýrisógin.? Men ikki vænti eg, at føroyingurin verður so lættur at dressera, um tað er tað, tit ætla.


Teir hava sæð ljósið

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevði í næstseinastu viku eina grein við heitinum ?Tað, sum vendir niður, vendir upp?, og Kjartan Hoydal, fyrvverandi stjóri í fiskivinnuumsitingini hevði aðra grein í Dimmalætting við heitinum ?Brennandi álop, men lítið sigandi?.

Felags fyri báðar hesar greinar er, at rithøvundarnir báðir so staðiliga ávara allar veikar sálir ímóti at fara undir nakað, sum kann líkjast studningi frá tí almenna. Og tað er uttan mun til studning, sum vit vanliga kenna hann, ella um talan er um at brúka av danska ríkisstuðulinum. Og so fáa annars andstøðan og Kári Petersen, búskaparfrøðingur av at vita um ætlanir at halda fast um eina danska stuðulsskipan nevniliga ríkisstuðulin, hóast hvørki Javnaðarflokkurin og neyvan heldur Kári hava gjørt hetta til eitt mál í sær sjálvum, tvørturímóti.

Feðgarnir báðir eru samdir um, at teir nú hava sæð ljósið báðir tveir, og at teir tískil nú gera upp við tað, sum í hvørfall pápin stóð sum embætisligur høvuðseksponentur fyri, nevniliga eina óavmarkaða útgjaring av almennum studningskrónum. Í 1975 kom heildarloysnin, sum løgtingið tók undir við, men arkitektarnir aftanfyri vóru Petur Reinert, sáli og Kjartan Hoydal. Ráfiskagrunnurin var teirra uppfinnilsi. Hesin grunnur ella henda skipan hevur síðan útgoldið nógvar milliardir í studningi til okkara høvuðsvinnu. Í tíðarskeiðnum frá 1980 til og við 1990 góðar 3 milliardir krónur. Sama tíðarskeið kostaði okkum 1,6 milliardur krónur í mistum veðhaldum.


Politisk endurføðing

Tað er so í lagi, at menn gerast klókari við árunum, men eg havi eitt sindur torført við at foreina meg við hasa yvirfrelstu linjuna, sum báðir nú leggja fyir dagin. Bert teir sita inni við sannleikanum, og øll vit onnur ganga enn á tí breiða vegnum, sum førir til neyð og vesaldóm. Gott nokk veit eg, at man ikki kann vera eitt sindur upp á vegin, antin ert tú tað ella ikki, men hví gerast so kompromisleysur, sum hesir báðir feðgarnir nú eru?

Tað, sum í 80´unum var sannleikin, er í dag beint tað øvugta. Hvat er nú munurin at fara út av vegnum høgrumegin ella vinstrumegin? Kunsturin má hóast alt vera at halda seg á vegnum.

Høgni Hoydal vil gera tað til, at vit, sum enn viðurkenna okkum við ríkisstuðulin, vit hava gjørt peninganýtslu til eina politiska hugsjón. Kjartan Hoydal sáplar við júst somu atfinningum greinarøðina hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi niður í sand og øsku og vísir ístaðin til Hvítubók og ikki at gloyma nýliberalu katakismussina hjá Caragata.

Jú eg má partvís geva Høgna rætt í hasari yvirskriftini. Tað, sum vendir niður, vendir upp, tað mugu vit so staðiliga ásanna.


Her lekur millum

teori og praksis

Men eru ikki allir politikkarar í Føroyum samdir um, at studningsskipanin, sum vit kendu hana, tá Kjartan Hoydal sat sum hægsti embætismaður í fiskivinnuni, er av tí ónda. Og er tað nakar politikkari í Føroyum í dag, sum aftur vil inn við almennum veðhaldum, lánum og rakstrarstuðuli til okkara høvuðsvinu? Eg kenni hann so ikki, so tit báðir nýtast ikki at gera tað til tykkara privatu og persónligu hugsjón, tí vit aðrir eru ikki ósamdir.

Forrestin fingu vit at vita í løgtinginum henda dagin, at landsstýrið hevur sanerað skuldina hjá trimum langfaraskipum, lagt veðhøld um til rentu- og avdráttarfrí lán , sum tað so vakurt eitur. Og landsstýrið, sum situr í dag, er Javnaðarflokkurin ikki partur av, meðan Tjóðveldisflokkurin við 8 tingmonnum er trygga parlamentariska grundarlagið eisini hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni. So her lekur eitt sindur millum teori og praksis.

Og er øll studningsskipan av tí ónda, hví verður so ikki gjørt meira við at lúka út í verandi skipanum? Vit hava enn eitt ótal av studningsskipanum, eisinini rakstrartstuðli. Tað nyttar lítið at reypa um hasar 40 mill. kr, sum ikki blivu brúktar til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, tá man samtsundis letur næstan líka stóra upphædd út í saneringum til nøkur fá útvald skip, meðan onnur eitt nú South Island og nýggi Hvilvtenni ikki fáa inn eygað. Skuldu vit ikki miða eftir einum samfelag, har allir landsins borgarar eru eins fyri lógini?

Og var almenni studningurin til Sandoyarætlanina av tí ónda? Tað halda í hvørfall ikki sandoyingar.


Hví ongantíð taka

í egnan barm?

Reyði tráðurin - soleiðis eitur tað nú einaferð - í hesum báðum greinum er, at vit for Guds skyld ikki mugu brúka burtur av ríkisstuðulinum til rakstur og viðlíkahald av føroyska samfelagnum. Hetta vil leiða okkum í fortapilsi við bæði hollendskari sjúku og kavarsjúku.

600 mió. kr. í yvirskoti á fíggjarlógini, tað er í lagi, um alt annað er í lagi, men tá blokkurin er uml. 1000 mió. kr., so tørvar tykkum framvegis 400 mió. kr. í at fáa allan blokkin á bók. So her má man siga, at ?man pynter sig med lånte fjer.? Taka vit so danskar tænastur í Føroyum við, so eru vit 700 mió. kr. frá málinum, tí tær saman við blokkinum eru uml. 1,3 mia. kr. Og enn liggja uttanfyri eitt nú stuðulin til okkara lesandi ungdóm í Danmark.

Og tá Høgni Hoydal vil vera við, at vit í andstøðuni hava gjørt peninganýtslu til eina politiska hugsjón, tí vit mæla til, at nøkur viðurskifti verða fingin upp á pláss, tá vendir hann, sum ikki einaferð, alt á høvdið. Men tað skerst tó ikki burtur, at nakrar av hasum krónunum, tit nú binda niður av ríkisstuðulinum, høvdu verið betur farnar til at viðlíkahildið nakað av hesum niðurpínda samfelagnum. Her eru alt ov nógv viðurskifti komin í drag. Tað er í lagi, at Høgni Hoydal listar øll politisku avrekini upp, sum hann sigur, teir hava nátt, men tað er nú einaferð ítøkiligu úrslitini, sum telja. Føroyingurin kann bert hyggja rundan um seg. Har gongur sjón fyri søgn.

Og at geva Heimastýrislógina skyldina fyri bæði líkt og ólíkt er púrastu burturvið, hóast vit uttan iva kunna semjast um, at hon langt frá er nøktandi. Men vit kunnu ikki gerast so sjálvrættvísir, at vit gloyma burtur egnu veruleikar.


Lat okkum taka eina erliga uppgerð.

Ríkisfelagsskapurin er ikki fyri okkum ein materiell uppgerð í krónum og oyrum. Var ríkisfelagsskapurin bert pengar og einki annað, hvat hevði tá trupulleikin verið hjá tykkum í samráðingunum at fingið eitt nú javnbjóðis rættindi hvør hjá øðrum? Nei, ríkisfelagsskapurin er eisini fyri danir nakað við felags ábyrgd, felags rættindum, felags skyldum og felags møguleikum.

Enn einaferð vil eg undirstrika, at eg havi stóra virðing fyri teimum loysingarfólkum, sum vilja hava loysing uttan mun til kostnaðin. Tað er ein erlig søk. Men eg kann ikki foreina meg við, at menn, sum tit báðir, royna at blaka fólki torvmold í eygað og siga, at alt, sum er nú, er av tí ónda, meðan tað, sum koma skal, har verður alt so sára gott, sjálvandi við tí fortreyt, at danir vilja gjalda. Hetta er hykl av ringasta slag.

Fyri okkum javnaðarfólk er tað eisini eitt mál, at vit gerast fíggjarliga óheftir av so væl danska ríkiskassanum eins væl og av útlendskum multinationalum fyritøkum. So hetta kunnu tit heldur ikki gera til eina eksklusivan ?hoydalskan? politikk.

Lat okkum taka eina erliga uppgerð, tað skylda vit eisini Føroya fólki.


Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður